Ítróttur

Føroyskt met á 200 m og vann VK4 í Sørvági

...

2020-01-26 10:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Renn.fo skrivar: Fyri seks døgum síðani setti hon nýtt føroyskt innanduramet á 200 metrum. Turrskødd í snotuligu frælsahøllini í Reykjavík seinasta sunnudag tók Maria Biskopstø úr Treysti metið í 200 m innandura. (27,20 sek ??? gamla var 27,25 sek)

Í dag var ikki hugsingur um at vera turrskødd, men tankin um sigur er sjáldan langt burturi, tá Maria Biskopstø ger seg til reiðar at renna kapp. Maria var ikki við í fyrsta umfari av Vetrarkappingini, men vann bæði VK2 og VK3. Men kvinnukappingin er sterkt mannað í ár við Rigmor N. Arge, Maritu Andrasardóttir og Sarah Vallin, so spenningur er undan hvørjari kapping.

Í dag legði Maria seg á odda stórt sæð beinanvegin, meðan Rigmor og Marita fylgdust. Men á heimleiðini fekk Marita veruliga ferð á, og vann seg inn aftur á Mariu, sum tó hevði nóg mikið av ferð og kreftum eftir til at sláa sigurin fastan við einum góðum endaspurti. Rigmor kom triðja á málið við Sarah stutt aftanfyri. Bert góður hálvur minuttur var frá Mariu til Sarah á fjórðaplássi, so tað er eyðsæð, at vit gleða okkum til fleiri spennandi kappingar millum hesar fýra.


Marita Andrasardóttir og Rigmor N. Arge finna sær lívd og lata John Egholm taka útsynningin. John gjørdist nr. tvey av superveteranunum. Hesi trý umboða øll Hvirluna. (mynd: VP)

Bestu kvinnurnar í dag:
1. Maria Biskopstø, Treysti 42.00
2. Marita Andrasardóttir, Hvirlan 42.02
3. Rigmor N. Arge, Hvirlan 42.25
4. Sarah Vallin, Bragdið 42.33
5. Ann-Mari av Skarði, Bragdið 46.05
6. Hallbjørg Danielsen, Roysnið 47.32
7. Astrid Joensen, Roysnið 48.27
8. Kristin Baldvinsdóttir, Bragdið 51.21
9. Marita Hansen, Bragdið 51.22
10. Heidi Jógvansdóttir, Bragdið 51.40

Hjá monnunum hevur Eirikur Hansen verið í serflokki í vetur og hevur vunnið nakrar greiðar sigrar. Sigurin í dag bleiv eisini greiður, men tað var ikki fyrr enn hann kom vestur til Bíggjar, at hann ordiliga traðkaði á spitaran. Hann hevði tá havt Hanus í Horni Nielsen og Rógva Kárason uppá sleip í mótvindinum. Longu tá vent varð við rulluportrið tyktist sum Eirikur hevði avgjørt alt, og hann endaði eisini fremstur góðan minutt framman fyri næsta rennaran.


Eingin skalar Eirik í vetur. Hann hevur fult stigatal eftir fýra umfør í Vetrarkappingini. (mynd: VP)

Tað var leingi spenningur um annaðplássið hjá monnunum. Rógvi royndi at sleppa undan Hanusi í mótbrekkuni og mótvindinum, men hetta eydnaðist ikki. Teir vóru javnir tá teir vendu og líka til tað restaðu smáir tríggir kilometrar. Tá tók Hanus veruliga dik á seg. Hann fann nýggjar kreftir og rann sera væl seinasta strekkið, og tí var tað Rógvi, sum mátti taka til takkar við bronsuna.

Bestu menninir í dag:
1. Eirikur Hansen, Bragdið 35.16
2. Hanus í Horni Nielsen, Frælsi 36.27
3. Rógvi Kárason, Bragdið 37.10
4. Hallur Holm, Bragdið 38.13
5. Hjalmar Sjóvará, Bragdið 39.39
6. Dánjal Dahl Ljósheim, Hvirlan 40.17
7. Lau Jensen, Roysnið 40.32
8. Heri Christophersen, Frælsi 41.19
9. Bjarki Johannesen 41.31
10. Uni Joensen, Frælsi 41.43

??ll úrslitini eru her

Myndir hjá Vágaportalinum eru her

Tað var gott at síggja teir nógvu rennararnar í brandgulum klæðum í dag, sum umboðaðu lokala felagið Frælsi. Og úrlsitini smæddust heldur ikki. Tvey heiðursmerki komu til høldar, og menninir áttu rennarar nr. 2, 8, 10 12!

Frælsi skuldi eisini fingið heiðursmerki fyri góða heita suppu við kjøtbollum og pastaskrúvum umframt kaffi og køkur. Manga takk!


Hallbjørg Danielsen bleiv nr. 3 hjá veterankvinnunum. Kvinnurnar úr Roysninum stríðast, og eru væl við í liðkappingini. (mynd: VP)


Jóhanna Vang úr Bragdinum hevur tikið seg nógv fram, og í dag vann hon hjá superveteranunum. (mynd: VP)


Veteranarnir Hjalmar Sjóvará, Bragdið og Lau Jensen, Roysnið, hava gjørt ein sandwich við unglinganum Dánjali Dahl Ljósheim úr Hvirluni ímillum. Hjalmar vann silvur og Lau bronsu í veterankappingini, meðan tað bleiv gull til Dánjal í unglingabólkinum (mynd: VP)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder