Føroyar stinga seg framum ??? við Íslandi í hølunum ??? tá vit samanbera vinnutíttleikan hjá monnum og kvinnum í Føroyum og 33 øðrum europeiskum londum.
Vinnutíttleiki er arbeiðsfjøldin, tvs. tey ið eru virkin ella tøk á arbeiðsmarknaðinum, í % av øllum fólkatalinum í vinnuførum aldri, tvs. millum 15 og 74 ár.
Av hesum londum í Europa er vinnutíttleikin størstur í Føroyum, bæði fyri menn og kvinnur.
Hjá monnum er vinnutíttleikin 86% og hjá kvinnum 79,4%. Næst Føroyum er Ísland við 82,5% hjá monnum og 77,4% hjá kvinnum
Fyri ES sum heild var vinnutíttleikin 70% hjá monnum og 58% hjá kvinnum.
Ein av orsøkunum til at Føroyar og Ísland liggja so langt oman fyri ES-londini í vinnutíttleika er, at her eru bæði menn og kvinnur nógv virknari á arbeiðsmarknaðinum í øllum teim eldru árunum. Her hevur tað sjálvsagt nógv at siga, at pensjónsaldurin júst í Føroyum og Íslandi er tann hægsti í Europa
Londini eru sett í raðfylgju eftir vinnutíttleika fyri bæði kyn tilsamans.
??rslitini frá arbeiðsmarknaðarkanningini eru tøk í hagtalsgrunninum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald