2021-03-18 21:03

Føroyska kvinnulandsliðið er komið væl fram til Minsk í Hvítarusslandi í dag eftir ein langan ferðadag.
Liðið hevur í kvøld vant í stásiligari arena í Minsk. Í morgin, fríggjadagin klokkan 15.00. møta Føroyar Hvítarusslandi, sum helst er styrkismett ovast í bólkinum. Kringvarpið vísir dystin í sjónvarpinum. FM1 hevur eisini frásøgn frá dystinum.
Leygardagin kl. 13.00 føroyska tíð, møta Føroyar - Sveis.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald