Vinna

Føroyska arbeiðsfjøldin er 12.900 kvinnur og 15.600 menn

...

2014-06-06 19:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 ??rslitini frá arbeiðsmarknaðarkanningini, ið varð gjørd í november 2013, eru nú tøk í hagtalsgrunninum. Her verður lýst hvussu nógv eru í arbeiðsfjøldini í Føroyum, eftir aldri, kyni og eftir sýslu.

Tilsamans er arbeiðsfjøldin 28.557 fólk. Í talvuni niðanfyri er býtið eftir kyni og í aldursbólkum frá 15 upp til 74 ár. At tað eru fleiri menn enn kvinnur í arbeiðsfjøldini kemur lutvíst av, at tað eru nakað fleiri menn enn kvinnur í Føroyum í hesum aldursbólkunum.

Eftir aldri er arbeiðsfjøldin størst í aldursbólkunum millum 35 og 66 ár. Merkisvert er ójavna býtið í aldrinum 20-24 ár,  har einans eru 961 kvinnur móti 1535 monnum.


 

Í talvuni niðanfyri er býtið av arbeiðsfjøldini millum høvuðsøkini í Føroyum. Sjálsagt fylgir tað nøkulunda býtinum í fólkatalinum. Men tað er munur á, hvussu javnt ella ójavnt býtið er millum kvinnur og menn.

??rslitini frá arbeiðsmarknaðarkanningini við útgreinandi tølum eru tøk í hagtalsgrunninum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder