Mentan

Føroysk Sendistova - seinni til Jerusalem

...

2020-11-29 12:28 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í mong ár hevur tað verið ynski hjá Miðflokkinum at fáa føroyska sendistovu upp at standa í Ísrael - og tá helst í Jerusalem. Tá tað eydnaðist Amerikanska forsetanum Donald Trump, sum tann fyrsti statsovasti í heiminum, at staðseta landsins Ambassadu í sjálvum Jerusalem, so gav hetta óivað blóð á tonna hjá føroyska uttanríkisráðharranum Jenisi av Rana.

Eitt tað fyrsta Jenis gjørdi, tá hann tók við sum føroyskur landsstýrismaður í uttanríkismálum, var at arbeiða fyri at lata upp føroyska sendistovu í Ísrael. Hann vildi fegin gingið í fótasporunum hjá Amerikanska forsetanum, og staðsett sendistovuna í Jerusalem, men hann hevur innsæð, at fyri ikki at missa ???kalvan??? á stokkinum so velur hann at staðseta hana í Tel Aviv. Jenis segði í eini samrøðu við Kringvarpið fyrr í ár: ???Eg vil ikki missa sendistovuna á stokkinum við at tvíhalda um, at hon skal vera í Jerusalem, men vit kunnu altið arbeiða fyri at flyta hana til Jerusalem seinni.???

Ísraelar eru fegnir um tíðindini. Tá Jenis av Rana vitjaði í Keypmannahavn fyrr í ár,hitti hann Ísraelska sendiharran í Danmark, Benny Dagan. Jenis sigur, at hann úttrykti stóra gleði yvir føroyska viljan at stovna sendistovu í Ísrael, og at ein slík avgerð prógvar, at Føroyar viðurkenna Ísrael.

Tað er 51 ára gamli John Rajani, ið er settur sum føroyskur sendimaður í Ísrael. Hann er vaksin upp í Klaksvík og er sonur navnframa skurðlæknan á Klaksvíkar sjúkrahúsi, Gordon Rajani. Hann er giftur við Anniku, sum er ættað av Vatnsoyrum. Tey eiga trý børn. Um alt gongur eftir ætlan, letur sendistovan upp 1. desember.

Ísrael er millum fremstu lond, tá tað kemur til hátøkni og framleiðslu av heilivági. Tað stendur í starvslýsingini, at føroyska sendistovan í Ísrael skal m.a. røkja sambandið við vinnulívið í Ísrael. Tá John Rajani hevur royndir í vinnulívinum og eisini sum ráðgevi, so eru útlit fyri, at eitthvørt munagott á handilssamstarvinum vil koma burturúr føroysku sendistovuni í Tel-aviv, sum dyggiliga kemur at síggjast aftur í Føroyum.

Vit hava biðið Svenning av Lofti um eina viðmerking: ???Ein sendistova/umboðsstova í Ísrael hevur verið ein dreymur hjá mær øll hesi næstan 50 árini eg havi ferðast til Ísrael. Nú er dreymurin ein veruleiki ??? tó vildi eg ynskt, at hon lá í Jerusalem. Eg vóni at kunna vera til staðar, tá hon letur upp!???

Kristiliga Tíðindasendingin ynskir Anniku og John Rajani góðan byrð við hesum orðum:

???Tann, sum signar Ísrael skal sjálvur verða signaður!???

Tað skrivar - Kristiliga Tíðindatænastan.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder