Á fyrsta sinni luttaka føroyingar í altjóða Para-Badminton kapping.
Tað eru Vilhelm Clementsen (19 ár) og Eydna Mouritsen (13 ár) ið skulu kappast í Spanish Para-badminton International, ið verður á Mallorca 6.-11. Mars.
Parasport Føroyar hevur í eitt gott ár samstarvað við Havnar badmintonfelag og Badminton sambandið um felags para-badminton venjingar, og verður nú ein roynd gjørd at luttaka í kapping.
Samstarvið kom í lag tá Havnar Badmintonfelag fekk nýggjan venjara úr Portugal, Paulo Pinheira, ið hevur drúgvar royndir, og stóran áhuga fyri para-badminton.
Umframt felagsvenjingarnar, venur Vilhelm vanliga í Havnar badmintonfelag, og Eydna venur í Miðvágs badmintonfelag.
Endamálið við ferðini er at geva luttakarunum royndir á altjóða støði, og at fáa luttakararnar flokkaðar, soleiðis at staðfestast kann hvønn bólk tey hoyra til.
Sjálv kappingin byrjar 8. Mars, og finalurnar verða 11. Mars.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald