Ítróttur

Føroyingur heimsmeistari í skjóting

...

2017-09-11 06:33 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Um vikuskifti var HM í skjóting í Moskva.

20 ára gamli Emil Kjeldgaard Petersen vann kappingina, og gjørdist heimsmeistari fyri juniorar í skeet skjóting.
Emil skeyt 119 dúgvur í innleiðandi umførunum, og kom eftir shoot-off í finaluna sum 6. skjúttin. Her skeyt Emil heili 32 dúgvur á rað, og endaði við 54 raktum dúgvum av 60 møguligum, og gjørdist hann sostatt heimsmeistari.
Emil, sum býr í Danmark er ikki ókendur í Føroyum - mamma hansara er úr Føroyum. Emil hevur fleiri ferðir verið í føroyum og skoti, m.a. vann hann kappingina Tórshamar Open í Tórshavn í 2015.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder