Komandi vikuskifti er norðurlendsk meistara kapping í ítróttar skjóting í Oslo í Noregi.
Skjótisamband Føroya hevur úttikið 6 skjúttar at umboða Føroyar í kappingini. Teir eru Finn Ludvig,Esmar Joensen og Jón Jacobsen í trap, og Jóannis Joensen, Tórur Fløtt og Jóhann Fløtt í skeet. Hesirskulu kappast í leirdúgvuskjóting, við aðrar skjúttar úr Danmark, Finnlandi, Estlandi, Bretlandi,Íslandi, Noregi og Svøríki.
Føroysku skjúttarnir luttaka sum gestaskjúttar, tí Føroyar ikki er limur í Nordic Shooting Region, menluttøkan er eitt stig á leiðini, fyri at fáa føroyskan limaskap.
Kappingin verður í døgunum 24-26. august 2018.
Heimasíðan hjá Nordic Shooting Region, har tað m.a. fer at bera til at fylgja við úrslitinum, sæst her:
https://www.nordicshootingregion.com/
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald