Kristiliga Tíðindatænastan skrivar:
Sabina
og Richard Wurmbrand vitjaðu í Føroyum í september í 1977 og í 1981. Tey
greiddu frá aktuellu støðuni hjá teimum kristnu handan jarntjaldið, sum tá var
upp á tað ringasta. Tað var ein føroysk nevnd, sum hevði bjóðað Wurmbrand-hjúnunum
til Føroyar og sum legði vitjanina til rættis. Í nevndini sótu Palli Højgaard,
Runavík. Kajfinn Hammer, Kollafjørður, Helgi Jacobsen, Tórshavn og Heini
Hansen, sáli, Tórshavn.
Vitjað varð í Vágunum, Tórshavn, Klaksvík, í Vági
og í Hvalba. Møtini vóru hildin í ítróttarhallum, sum á øllum støðum vóru
fullsettar við fólki. Í ítróttarhøllini á Nabb í Havn, var so nógv fólk, at tað
var met tá. Gamla biohøllin í Sørvági var fyrsta møti, sum Richard Wurmbrand
hevði í Føroyum. Tað fyrstu náttina gistu tey niðri í Vatnsoyrum hjá Elsu og
Poul Jóhan Djurhuus, sum eisini var tulkur hjá teimum undir allari vitjanini.
Undan fyrru vitjanini var nógv blaðskriving bæði
fyri og ímóti. Teir, sum vóru ímóti vóru harðir og ógvusligir í
síni skriving, men hetta tók Wurmbrand við stívum
ørmum, tá hann fekk alt týtt til enskt ??? hann hevði verið í verri lótum enn hesum!
Sabina og Richard Wurmbrand komu bæði til trúgv á
Jesus Kristus eftir, at tey vóru gift. Tey lótu seg doypa sum eina lýdnisger
móti orði Jesusar, og tað var skjótt, at tey brendu fyri útbreiðslu evangeliums
millum sínar landsmenn ??? men tað hevði stóran persónligan kostna fyri tey
bæði!
Tey eru av jødiskari ætt og uppvaksin í Rumenia. Wurmbrand
sæt 14 ár í komunistiskum fongslum í harðrenda komunistiska Rumenia. Hann
upplivdi ósigilar pínslur, men ígjøgnum hesar ómenniskjansligu royndirnar
varðveitti hann trúnna á Jesus. Kona
hansara, Sabina, sæt eisini fleiri ár í fongsli í Rumenia við eini tyngjandi
óvissu um støðuna hjá manninum.
Miðskeiðis í sekstiárunum, í 1965, eftir drúgvar diplomatiskar
samráðingar við komunistisku myndugleikarnar, fingu tey loyvið at flyta úr
Rumenia ímóti einum loysigjaldi upp á 10.000 dollarar, sum tá í tíðini hevur
verið ein risastór upphædd í Rumenia. Tað vóru Missiónsfelagsskapirnir,
NORWEGIAN MISSION TO THE JEWS og
THE HEBREW CHRISTIAN ALLIANCE, sum samráddust við Rumensku myndugleikarnar.
Leiðarar í undirgrundskirkjuni/-samkomuni í
Rumenia, heittu innarliga á Wurmbrand-hjúnini, tá tey høvdu búsett seg í
Vesturheiminum, um at verða røddin hjá atsøktu samkomuni/kirkjuni handan
jarntjaldið. Hesa uppgávu tóku tey upp á seg í fullum álvara, og halgaðu
restina av lívi teirra til Rødd pínslaváttana/The Voice of the Martyrs. Tey
ferðaðust um allan heimin sum rødd teirra atsøktu. Tey skrivaðu og góvu út
blaðið, The Voice of the Martyrs, sum eisini kom út á donskum máli
Martyrernes Røst, og sum stórt tal av føroyingum hava fingið regluliga sendandi
í fleiri áratíggir.
framh>>>>
Tey hava skrivað og givið út væl meir enn 20
bøkur. Tann best kenda bókin er Tortured for Christ. Hon kom eisini út á
donskum undir heitinum Tortur for Kristi skyld. Bókin er væl lisin millum føroyingar, og er at
finna í mongum føroyskum heimum um alt landið.
Í F??ROYUM 1977

Tað var í hesi tænastu, at tey vitjaðu í Føroyum í
september í 1977 og 1981. Alt Guds fólk og allar samkomur og kirkjur í Føroyum
tók ímóti teimum við opnum ørmum og oyrum. Fólk streymaði í hallirnar at hoyra
teirra aktuella boðskap. Hetta vóru spennandi dagar, ikki minst fyri tá 27 ára
gamla tulkin, Poul Jóhan Djurhuus, sum sigur, at hann vildi ikki verið hesa
erfaringina uttan, tí hetta gav honum so ómetaliga nógv, sum hann hevur notið
ríka signing av til dagin í dag.
??ll møtini vóru bandaði á kassettubond, sum vóru seld í stórum tali. Tað
var blaðforlagið NÝTT LÍV, sum stóð fyri upptøkunum og útbreisðluni av
bondunum.
Hesar upptøkur eru nú, við loyvi frá útgevarunum, lagdar út á netið við
Evangelisku Røddini (EVR). Tú kanst hoyra møtini við at fara inn á heimasíðuna
hjá evr.fo og
har skalt tú trýsta á ordid.fo
Á bondunum hoyra vit Wurmbrand nágreiniliga siga
frá hvussu hann og konan, og aðrir samvitskufangar, vóru viðfarnir hesi 14
árini hann sæt sum fangi, har av fleiri í myrkum fangaklivum undir jørð. Eisini
hoyra vit hann greiða frá hvussu kreativir fangarnir vóru til tess at halda
humørinum uppi.
Tað vóru bert 6 mánar millum andlátini hjá
hjúnunum Sabinu og Richard Wurmbrand. Hon andaðist 87 ára gomul 11. august í 2000,
og Hann andaðist 91 ára gamal 17. februar í 2001.
Í 2006, 5 ár eftir at hann andaðist, varð
Wurmbrand skýrdur millum 5 tær størstu persónligheitirnar í Rumenia.
Um onkur er, sum eigur ella veit um filmupptøkur ella
myndir av møtunum, so vilja vit fegin frætta um hetta - TAKK!

KELDUR:
www.wikiward.com/en/richard_wurmbrand
Forlagið: Nýtt
Lív.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald