Ítróttur

Føroyar vunnu 27-26 á Kekkia

...

2021-04-30 20:23 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Føroyar hava í skrivandi stund vunnið 27-26 á Kekkia, eftir at kekkar førdu 11-12 í hálvleikinum.
Føroyska liðið spældi ein heiðursdyst við at vinna á Kekkia, sum telist millum bestu hondbóltstjóðir.
Føroyingar hava teir seinastu dystirnar víst at teir í seinna hálvleiki ofta leika betri og fáa meira burturúr, soleiðis var eisini í dag, tó at teir tann seinasta minuttirnar í fyrra hálvleiki fingu 3 mál ímeðan kekkia einki fekk.

Ungi hoyvíksingurin Elias Ellefsen á Skipagøtu er heilt fantastiskur og ringt var hjá kekkum at fáa tamt Elias. Eisini vóru fleiri aðrir, sum leiktu ein ´fantastiskan dyst.

Nú verður spennandi hvussu leikur verður sunnudagin ímóti russum.

Hjartaligaa tillukku Føroyar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder