2020-08-04 08:38

Í juni hevði ratingfyritøkan Moody???s netfundir við landsstýrið, andstøðuna og landsbankan og í gjár gjørdi Moody???s greitt, at Føroyar varðveitir sítt kredittvirði. Ratingin er Aa2 við støðugum útlitum.
Føroyar hevur við hesum triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody's, sum hevur 21 stig. Dømi um onnur lond við rating Aa2 eru Frakland og Bretland.
Hóast landsskassans skuld økist í ár orsakað av COVID-19, so metir Moody???s, at skuldin longu í 2021 kann byrja at lækka aftur.
Frágreiðingin hjá Moody???s kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald