Ítróttur

Føroyar til HM í badminton fyri juniorar

...

2018-11-05 22:34 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyska U19 landsliðið í badminton fór leygardagin ta longu leið til Toronto, Kanada at luttaka í heimsmeistarakappingini. Kappingin byrjar í dag 5. november og heldur áfram til 18. november. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar luttaka bæði í liðkappingini og í einstaklingakappingini fyri juniorar.

Í liðkappingini, sum er í døgunum 5. ??? 10. november, eru Føroyar í bólki saman við India, Algeria, Sri Lanka og Kenja. Í liðkappingini verður spælt soleiðis ímóti hvørjum landi:

1 dystur í einmansleiki hjá monnum

1 dystur í einmansleiki hjá kvinnum

1 dystur í tvímansleiki hjá monnum

1 dystur í tvímansleiki hjá kvinnum

1 dystur í blandaðum tvímansleiki

Tað eru tilsamans 41 lond meldaði til liðkappingina.

Í einstaklingakappingini, sum verður í døgunum 11.-18. november, luttaka Føroyar í einmansleiki hjá monnum, einmansleiki hjá kvinnum, tvímansleiki hjá monnum og kvinnum og blandaðum tvímansleiki.

Leikarar úr 48 ymiskum londum luttaka í einstaklingakappingini.

Tey, sum umboða Føroyar eru:

Alma Kentsdóttir Mohr Pedersen, Lyngby/HBF

Sissal Thomsen, HBF

Lena Maria Joensen, KBF

Árant á Mýrini, MBF

Jónas Djurhuus, HBF

Ari Miné Jacobsen, KBF

Føroyski landsliðsvenjarin Aritra Nandy er við á túrinum, og formaðurin í BSF er ferðaleiðari.

???Frammanfyri liggur aftur ein stór og spennandi avbjóðing fyri badminton í Føroyum, nú okkara U19-leikarar skulu luttaka í bæði lið- og einstaklingakappingini. Tey skulu spæla nógvar dystir og fara at fáa mótstøðu á einum støði, sum veruliga kann vera við til at menna tey???, sigur formaðurin í BSF, Erik Engelbrecht Thomsen.

Ferðalagið kom til Toronto sunnukvøldið, og skulu tey longu í eldin seinnapartin mánadagin kl. 15.30 lokala tíð ímóti Sri Lanka.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder