Ítróttur

Føroyar taptu 31-24 ímóti Russlandi

...

2021-04-28 22:27 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF: Talan gjørdist um ein truplan útidyst móti Russlandi í Moskva í kvøld. ??rslitið gjørdist 31-24 til Russlands.


Føroyska liðið var heldur skert, tá tað fór á vøllin í dag. Rókur Akralíð og Helgi Hoydal, sum vanliga mynda miðverjuna, vóru ikki við, og hartil vóru Kjartan Johansen og Elias á Skipagøtu, sum vanliga eru eyðsýndir í álopinum, heldur ikki við. Føroyska liðið stóð seg allíkavæl hampuliga væl í dystinum, serliga í seinna hálvleiki, sum bert var taptur við einum málið.

Føroyska liðið var væl við í dystinum at byrja við, men nøkur útfall í løtum í fyrra hálvleiki kostaðu fleiri mál og fór Russland frá hesar løturnar og til hálvleiks frammanfyri 16-10. Filip Jojic stóð seg væl í álopspartinum og skeyt fleiri góð mál, 8 tilsamans. Eisini Pætur Mikkjalson á strikuni var tryggur við 4 málum uppá 4 møguleikar.

Í seinna hálvleiki gekk betri, meira ferð var á spælinum og dekkaði føroyska liðið til tíðir væl. Allan Norðberg kom inn á høgra vong og stóð seg væl, og kom Peter Krogh eisini ígongd við málskjótingina. Málverjin hjá russum hevði ein betri dag í dag enn okkara, sum fingu fatur á heldur fáum bóltum.

Hóast greitt tap, so sóu vit, at russiska liðið er til at hava við at gera, og vóna vit at tað verður ein tættari dystur sunnudagin á Hálsi. Áðrenn tað bíðar Kekkia fríggjakvøldið kl. 19.45. Atgongumerki til dystirnar kunnu keypast á heimsíðuni hjá HSF.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Filip Jojic 8, Pætur Mikkjalson 4, Peter Krogh 4, Sjúrður Olsen 2, Jónas Gunnarson Djurhuus 2, Allan Norðberg 2, Rói Berg Hansen 1, Vilhelm Poulsen 1

Mynd:Eurohandball.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder