Ítróttur

Føroyar taptu 22-19 ímóti Finnlandi

...

2018-11-30 21:05 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

A-landsliðið við kvinnum tapti 22-19 fyri Finnlandi í sínum fyrsta HM-undankappingardysti.

Føroyar fingu fyrsta málið í dystinum og lógu á odda við einum og tveimum málum allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 12-10 til Føroyar.

Í seinna hálvleiki haltaði í álopsspælinum. Tað varð stundum gjørt ov skjótt av, opnir møguleikar vórðu brendir, bóltar tveittir burtur og yvirtrakk varð gjørt.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki tyktist orkan hjá Føroyum at ganga undan og tá 48 minuttir vóru spældir, legði Finnland seg á odda fyri fyrstu ferð í dystinum og byrjaði at draga.

Føroyar spæla móti Litava í morgin kl. 15.30.

Málskjúttar:
Durita Christopherser 6, Súna K. Hansen 4, Kristianna H. Joensen 2, Turid Arge 2, Maria H. Weyhe 2, Marianna Geirsdóttir Eystberg 1, Ninna Johansen 1, og Bjarta Johansen 1.

Kelda: HSF.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder