Ítróttur

Føroyar møta í dag verttjóðini Norðurmakedonia

...

2021-07-12 16:43 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Eftir greiða 34 - 15 sigurin móti Kosovu í gjár, skulu føroysku U19 kvinnurnar í kvøld, mánadagin 12. juli, spæla teirra næsta dyst í bólkaspælinum í W19 Championship kappingini í Norðurmakedonia. Dysturin er verttjóðini, sum leygardagin vann sín fyrsta dyst móti Bosnia greitt 39 - 28.

Føroysku kvinnurnar høvdu fund tíðliga seinnapartin, har tosað var um dystin í kvøld. Síðani var hvíld á skránni og kl. 18.00 føroyska tíð verður farið í høllina.
Dysturin móti Norðurmakedonia byrjar kl. 19.30 føroyska tíð, og kann síggjast á EHFtv.com.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder