Ítróttur

Føroyar eru nú partur av World Taekwondo

...

2019-12-06 14:54 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

TÍÐINDASKRIV

Føroyar eru nú partur av World Taekwondo

- 11 altjóða ítróttasambond viðurkenna nú Føroyar -

6. desember 2019:

Herferðin hjá Føroyum at vinna ítróttaliga viðurkenning á altjóða pallinum er nú styrkt við nýggja limaskapinum í World Taekwondo, WT (Altjóða ítróttasambandi fyri Taekwondo). Leiðslan hjá WT kunngjørdi tíðindini á stjórnarnevndarfundi, sum var í Moskva í gjár, hósdagin 5. desember. Hetta merkir samstundis, at nú eru Føroyar viðurkendar av heili 11 altjóða ítróttasambondum.

Jon Hestoy, varaforseti hjá ÍSF, fegnast um tíðindini og sigur:

???Hetta eru frálík tíðindi fyri menningina av Taekwondo í Føroyum, og eg vil takka World Taekwondo fyri at visa okkum slíkan heiður. Fyrsta Taekwondofelagið í Føroyum varð stovnað í 2015, og var tað tann tá einans 10-ára gamli Høgni Kunoy Dávason, ið við hjálp frá foreldrunum umframt venjaranum J H Kim frá Taekwondo Institute í Singapore, sum fekk hetta í lag. Felagið hevur nú yvir 100 limir, og hevur vunnið trý donsk og eitt norðurlendskt meistaraheiti???.

Vivian Guðjónsson, forkvinna í Taekwondosambandi Føroya gleðist um limaskapin og sigur:

???Taekwondo í Føroym er í stórari menninig. Sum 15-ára gamal er Høgni norðurlendskur meistari, og framtíðarútlini hjá føroyskum taekwondo og honum eru sera spennandi. Limaskapurin í WT gevur okkara íðkarum møguleikan fyri at kappast sum føroyingar á altjóða pallinum, og hetta má sigast at vera ein ómetaliga stór motivatión fyri tey???.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder