Føroyameistarin í leirdúgvuskjóting 2020 skal finnast.
Komandi vikuskifti 15-16. august, byrja føroyameistara kappingarnar í leirdúgvuskjóting.
Byrja verður við at kappast TRAP, og vikuskifti eftir tann 22-23. august, verður kappast í SKEET.
Báðir dagarnir í TRAP, verða avgreiddir á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.Fyrri dagur í SKEET verður skotin á skjótibreytini hjá Vestmanna Byrsufelag í Vestmanna, og dagineftir verður skoti á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Leygardag verður byrja kl. 9:00, og sunnudag verður byrja kl. 13:00. Uml. kl. 16:00 sunnudagin, ergreitt hvør er føroyameistari.
Aftrat heiðurin at verða føroyameistari, telur kappingin eisini við í Føroya Cup, Grand Prix og íúttøkuni til oyggjaleikirnar á Guernsey komandi ár.
Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya. Leinkja: https://skot.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald