Ítróttur

Føroyameistaranir í leirdúgvuskjóting funnir

...

2018-09-03 12:29 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Føroyameistaranir í leirdúgvuskjóting funnir

Farna vikuskifti hevur Skjótisamband Føroya, skipað fyri FM í leirdúgvuskjóting á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.
Kappast bleiv í skjótigreinunum trap og skeet, og byrjað varð at skjóta innleiðandi umførini leygardagin, og síðani seinastu innleiðandi umførini umframt finalur, sunnudagin.
Leygardagurin varð eisini seinasti kappingardagurin í FM liðkappingini í ár, og úttøkuni til føroyska brutto landsliðhópin, til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019.
22 skjúttar luttóku í kappingini, og úrslitini frá 1,2 og 3 blivu hesi:
Skeet ??? einstaklingar
1. Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
2. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Magni Dam, Sunda Byrsufelag
Trap ??? einstaklingar
1. Alex Johannesen, Eysturskot
2. Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
3. Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
Við sigrinum vann Alex Johannesen FM ferðasteypi frá 2009 til ognar.
Skeet ??? unglingar
1. Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
2. Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
3. Benjamin Thomassen, Veiðifelagið Byrsumúli
Skeet ??? liðkapping
1. Sunda Byrsufelag A
2. Sunda Byrsufelag B
3. Veiðifelagið Byrsumúli A
Trap ??? liðkapping
1. Veiðifelagið Byrsumúli A
2. Eysturskot A
3. Veiðifelagið Byrsumúli B
Skeet ??? bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
- Marius F. Joensen, Sunda Byrsufelag
- Tórur Fløtt, Sunda Byrsufelag
- Sámal Debes, Sunda Byrsufelag
- Jóannis Joensen, Sunda Byrsufelag
- Gunnar Sjúrðarson Knudsen, Veiðifelagið Byrsumúli
- Jóhann Fløtt, Sunda Byrsufelag
Trap ??? bruttohópurin til oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019
- Finn Ludvig, Veiðifelagið Byrsumúli
- Jón Jacobsen, Veiðifelagið Byrsumúli
- Alex Johannesen, Eysturskot
- Johnhard Klettheyggj, Veiðifelagið Byrsumúli
- Esmar A. Joensen, Veiðifelagið Byrsumúli
- Petur Skeel Dahl, Veiðifelagið Byrsumúli
Bruttohópurin skal fyrst í komandi árið, kappast um endaligu tvey plássini í hvørji grein.
??ll úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá Skjótisamband Føroya, sum er: https://www.facebook.com/Skjotisamband

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder