
Um eina viku byrja Føroyaleikir2021
Dagarnir 08-11 juli fara omanfyri1100 íðkarir við hjálparfólkum at kappast kring landið í 19 ítróttargreinum.
Kappingar verða hildnar í Vági, Tórshavn,Runavík og í Klaksvík.
Í Vági verðatað fleiri enn 300 luttakarar, í Tórshavnfleiri enn 500, í Runavík, har eystanstevna eisini er, verða tað fleiri enn 200 og í Klaksvík fleiri enn 100, sum øll faraat seta sín dám á leikirnar.
Í talvuni síggjast, hvørjar ítróttagreinar eru í hvørjum øki.
Stað | Vágur | Tórshavn | Runavík | Klaksvík | |
Kappingar | Bogaskjóting Dart Svimjing ½ Maraton | Badminton Borðtennis Frælsur Ítrótttur Golf Kurvabóltur Para/Boccia Ríðing Seyðahundar Súkkling Styrki Tennis | Fimleikur Rógving Taekwondo Súkkling | Judo Triatlon | Skjóting verður í Vestmanna, Norðskála Leirvík |
Setanir: | Marghøllin | Tórsbreyt Frí. 9/7 kl 17:00 | Løkshøll Frí. 9/7 kl 17:00 | Við Djúpumýru Frí. kl 16:30 | |
Endaliga skráin fyri tey einstøku økini verður tøk fríggjadagin 2. juli.
Høvuðsstuðlar til Føroyaleikir eru SMS,Sport 24, Hiddenfjord og Betri Trygging.
Ítróttasamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald