Ítróttur

Føroyafjepparar til landsdyst

...

2018-12-02 13:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Eitt par úr Sveis og ein ungur maður úr Týsklandi hava verið trúðføst til hvønn dyst hjá Føroyum í HM-undankappngini í Sveis.

Fyrstu ferð Aurelio Balbis sá ein landsdyst hjá Føroyum, var í 2000, tá A-landsliðið við monnum í fótbólti spældi móti Sveis á útivølli.

??? Eg gjørdist so áhugaður í hesum lítla landinum, tí æran at spæla fyri landið lýsti úr leikarunum. Eg minnst at Todi Jonsson skoraði fyri Føroyar, men at Sveis vann 4-1. Síðan tá havi eg fylgt væl við í føroyskum ítrótti, greiðir Aurelio frá, sum eisini hevur verið tvær ferðir í Føroyum.

Føroyjafjepparin hevur síðan tá sæð eina rúgvu av landsdystum hjá Føroyum og tá hann hoyrdi at hondbóltskvinnurnar hjá Føroyum skuldu til Sveis til HM-undankapping, var hann skjótur at keypa sær og konuni atgongumerkir til allar tríggjar dystirnar.

28 ára gamli Stefan Schmidt úr Týsklandi kann bara taka undir við Aurelio. Hann gjørdist hugtikin av Føroyum, tá hann sá dystin millum Føroyar og Týskland í fótbólti í Hannover í 2001. Hann hevur síðan ferðast runt í Evropa og hugt eftir Føroyum í hondbólti og fótbólti.

??? Tað er ein heilt annar andi og samanhald millum føroyingar. Allir leggja stóra orku í at stríðast fyri sínum landi og tað dámar mær væl. Tað er vorið so stuttligt at fylgja við føroyskum landsliðnum, tí eg eri komin at kenna Aurelio og fleiri føroyingar. Eg havi ongantíð enn verið í Føroyum, men tað sleppi eg vónandi skjótt, sigur Stefan.

Føroyar spæla sín triðja og síðsta HM-undankappingardyst í dag klokkan 14.oo, sum er móti Sveis. Dysturin kann hoyrast á FM1 og síggjast á www.handballtv.ch.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder