Ítróttur

Føroya vakrasta hálvmaraton 2021 verður

...

2021-07-08 08:00 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Nú coronastøðan er batnað og sambært nýggjastu upplýsingunum frá myndugleikunum verður roknað við, at allir føroyingar, sum ynskja tað, eru liðugt koppsettir síðstu vikuna í august, meta vit at tað er ráðiligt at gjøgnumføra #FVHM aftur.


Atgongumerkir fyri 2020 eru galdindi fyri 2021. Um so er at ikki ber til at luttaka ber til at fáa peningin aftur.

Tað er leygardagin 4. septembur vit renna og ganga úr Gásadali til Sandavágskirkju og í gjøgnum allar bygdirnar í Vágum.

Sum vanligt ber til at keypa sær eina G&G rennitroyggju sum minni um dagin.

Seinasta ár varð #FVHM gjørt um til #míttvakrasta tykisrenning orsaka av coronu, hóast tað eydnaðist at lata 33.000 kr til Krabbameinsfelagið og Berin fekk eisini stuðul frá tiltakinum. Eins og undanfarin ár fara 100kr av luttøkugjaldinum hjá gangarum til Krabbameinsfelagið sum stuðul og rennarar kunnu velja at lata til Krabbameinsfelagið við.

26. juli á miðnátt fer luttøkugjaldið upp og tá er eisini seinasta freist at keypa sær #FVHM rennitroyggjuna frá G&G. Tað er avmarkað nøgd av rennitroyggjum og legg til merkis, at støddinar eru unisex.

Gott 500 fólk eru tilmeldað, men rúm eru fyri 500 afturat.

Tað er felagið fyri frælsan ítrótt í Vágum, Frælsi, ið skipar fyri tiltakinum við dyggum stuðli frá vágafólki og sjálvbodnum felagsskapum, sum loysa eina ørgrynnu av uppgávum í sambandi við tiltakið umframt, at kommunurnar í Vágum stuðla við at seta fløgg upp og líknandi.

Til ber at tekna seg til #FVHM:

At ganga her og at renna her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder