Hetta er fyrstu ferð tað verður kappast í ½ Ironman í Føroyum, og tí var spenningur um hvussu tað fór at eydnast at fyriskipa sjálva kappingina, umframt sjálvandi spenningin um hvussu tað fór at gangast luttakarunum.
Eisini bleiv skipa fyri fleiri styttri kappingum, tí vóna var at fáa fleiri nýggj við eisini. Fríggjadagin var FM í ½ Ironman á skránni, men møguleiki var eisini at taka ¼ Ironman.
Leygardagin vóru tvær styttri kappingar á skránni, Sprint og Mini.
Man má siga at tað eydnaðist rímuliga væl at fáa nýggj við, tí umleið helvtin hevði aldrin kappast í triathlon fyrr. Deiligt at síggja nógv nýggj andlit. Við góðari hjálp frá serliga Ítróttarháskúlanum í Vági, men eisini fólki í Vági og vælvild frá Pálshøll, so gekk uppá stás at halda kappingarnar. Sera góðir karmar, veðrið var við okkum, kanska serliga leygardagin, og enn einaferð má man bara ásanna at suðuroyggin er ómetaliga vøkur, og tað ger tað enn stuttligari at kappast her.
Luttakararnir, eisini teir meiri óroyndu, lótu allir væl at kappingunum, so vónandi hava tey fingið ???blóð uppá tonnina???, so vit síggja tey til tri kappingar framyvir.
Fríggjadagin var sum nevnt FM í ½ Ironman, har tað fyrst var svomið 1900m í Pálshøll, síðani súkkla 90 km (Vágur, Tvøroyri, Lopra, Tvøroyri, Vágur), og til seinast runnið eitt ½ Marathon, tvs 21.1 km. Renningin var ein teinur í miðbýnum í Vági, sum bleiv runnin 5 ferðir.
Her gjørdist vinnarin Jákup Petur Eliassen við tíðini 5 tímar, 10 min og 17 sek. Nr 2 var Andrass Joensen við 5t24m54s, og nr 3 Áslakur Nesá við 5t44min30sek.
Luttakaralistin og tíðirnar til FM í ½ Ironman síggjast her:
Samstundis bleiv eisini kappast í ¼ Ironman, tvs helvtina so langt.
Her vann Magni Jóhanson Hansen við 2t28min30sek, nr 2 Jens Mortan Rasmussen við 3t07min04sek, og nr 3 Torleif Thorleifsson við 3t13min04 sek.
Hjá kvinnunum vann Astrid Joensen við 3t14min52sek, og nr 2 gjørdist Anida Johannesen við 3t27min30sek.
Leygardagin vóru so styttri teinarnir á skránni:Sprint og Mini triathlon.
Í sprint, sum er 750m svimjing, 20km súkkling og 5 km renning, vann Magni Jóhansson Hansen við 1t10min00sek, Andrass Joensen nr 2 við 1t12min42sek, og nr 3 Torleif Torleifsson við 1t29min03sek.
Jóhanna Egholm vann hjá kvinnunum við 1t31min17 sek
Í mini, sum er 400m svimjing / 10km súkkling / 3 km renning, vann Fischer Eliassen við 49min52sek, Jógvan Torkilsson nr 2 við 53min05sek, og Bárður ??lavsson nr 3 við 55min11sek.
Hjá kvinnunum vann Jóhanna ??lavsdóttir við 49min52sek, og nr 2 gjørdist Birita Vesturtún við 58min35sek.
Luttakarlistin og tíðirnar leygardagin síggjast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald