Hondbóltssambandið og Føroya Tele hava gjørt stuðulsavtalu og verður Føroya Tele nú ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.
??? Eisini vit í Føroya Tele hava sæð góðu úrslitini, sum føroysku landsliðini hava fingið og somuleiðis stóra áhugan, sum er fyri hondbólti sum heild í Føroyum. Við okkara tøkni síggja vit eisini møguleikar at fáa hondbóltin enn meira fram í ljósið og út til fólki, sigur Eva Skeel Nolsø, HR- og marknaðarstjóri hjá Føroya Tele.
??? Virksemið hjá HSF er økt nógv seinastu fáu árini, serliga í landsliðshøpi, og tí krevst størri fígging og harvið fleiri stuðlar. Vit eru ógvuliga fegin um nýggja samstarvið við Føroya Tele og síggja vit stórar møguleikar í promovering av hóndbóltsítróttinum saman við teimum, sigur Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF.
Avtalan er galdandi fyri 2020.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald