Ítróttur

Føroya Styrkisamband nýggja nevnd

...

2021-05-25 08:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroya Styrkisamband hevði aðalfund herfyri, og er nevndin nú mannað soleiðis: Heini Hátún, Anna Kristina Niclasen og Niels Juel Arge. Tiltakslimir: Rói Hjaltalin, Maibrit Reynheim Petersen, Jákun Suni Berg og Páll ??lavsson.

Styrkisambandið, sum varð stovnað í 2019, arbeiðir fyri at menna førleikarnar hjá íðkarum, venjarum og dómarum og at betra umstøðurnar fyri føroyskum kappingum á altjóða støði.

Styrkiítróttargreinarnar, ið sambandið fevnir um, eru olympisk vektlyfting, styrkilyfting, kettlebell og tvørmegi. Sett á stovn er eisini eitt landsdekkandi styrkifelag, Styrkifelag Føroya. Sí www.styrkisamband.fo og www.sff.fo.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder