Mentan

Fólkaskúlin letur aftur

...

2020-03-12 16:36 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, hevur gjørt av, at allir næmingar í fólkaskúlanum skulu vera heima við hús skjótast til ber og í seinasta lagi frá mánadegnum 16. mars 2020. Fyribils skulu næmingarnir vera heima í tvær vikur.

Í hesi serstøðu, sum allur heimurin er komin í, verður neyðugt, at ávís starvsøki halda fram ótarnað. Her er talan millum annað um heilsuverkið, eldraøkið, løgregluna, tilbúgvingina og innan ávísar vinnur. Hesi starvsfólk mugu røkja sínar arbeiðsligu skyldur, og hetta kann hava við sær avbjóðingar viðvíkjandi ansing.

Skúlarnir og frítíðarskúlarnir verða tí opnir fyri teimum børnum, sum ganga í forskúla, 1., 2. og 3. flokki, har eingin onnur ansing er møgulig. Hetta er ein serskipan til tey børn, hvørs foreldur røkja kjarnutænastur og ongan møguleika hava fyri ansing annars. Hesi foreldur mugu venda sær til skúlaleiðsluna.

Harafturat fara skúlaleiðslurnar at seta fyriskipanir í verk, so undirvísingin við tøkniligum hentleikum kann halda fram so væl sum gjørligt, hóast næmingarnir eru heima. Hetta er serliga galdandi fyri hádeildina og tey, sum skulu til próvtøku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder