2021-01-14 12:27
Svøvnur er ein grundleggjandi fysiologiskur tørvur, ið er neyðugur fyri, at menniskju kunnu virka bæði kropsliga og sálarliga. Fáa vit ov lítið av svøvni, kann tað í byrjanini ávirka okkara vælveru, men manglar okkum svøvn í longri tíð, kann hetta hava neiligar fylgjur fyri heilsuna.
Kanningin frá 2019 vísir, at tað eru 17% av føroyskum monnum og kvinnum, sum siga seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið, soleiðis at tey kenna seg úthvíld. Hetta er ein øking uppá næstan 10% frá frá 2015, tá 9% av føroyingum søgdu seg ongantíð ella næstan ongantíð sova nóg mikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald