Ítróttur

Fogbóltur: EM-kappingin: Føroyar vunnu 3-1 Írlandi

...

2019-01-04 17:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysku U 16 genturnar í flogbólti vunnu sín fyrsta dyst í kappingini 3-1 á Írlandi.


Settini endaðu 23-25, 25-22, 12-25, 15-25.

Føroysku leikararnir vóru nógv ávirkaði av nervum í teimum fyrstu settunum, men við tíðini batnaði hetta. Nervarnir gjørdu, at liðið gjørdi óneyðugar nógvar feilir.

Føroyska liðið skal aftur í eldin klokkan 19,30 ??? tá er mótstøðuliðið Finnland, sum í morgun vann 3-0 Írlandi.

Allir dystirnir verða stroymdir beinleiðis her:https://www.youtube.com/channel/UCkaaCl-FzLSdOa-P8cazH-Q/live

Meira kunning áwww.fbf.fo



Dystarskráin fríggjadagin sær soleiðis út:

kl. 17.30 Finnland - Svøríki
kl. 19.30 Danmark - Føroyar

Alt eftir, hvussu úrslitini hátta seg, verða fjórðings- og hálvfinalur leiktar leygardagin, og dystirnir um endaligu støðuna sunnudagin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder