2020-10-31 13:52
Hinar bólkarnir
Í almenna bólkinum eru ungir klaksvíkingar á odda. Fremst er Flóvin M. Tummasarson við 4½ stigi, honum næstur er Einar Gregersen við 4 stigum. Ellivu telva í almenna bólkinum.
Í unglingabólkinum er Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag á odda við 4½ stigi.
Telvað verður eisini í einum veteranbólki í dag. Her man Torkil Nielsen vera favorittur at vinna.
Kappingin endar í øllum bólkum í dag. Telvað verður í Løkshøll í Runavík. Eisini ber til at síggja talvini í Landsliðbólkinum beinleiðis á heimasíðu Talvsambandsins ???faroechess.com.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald