Ítróttur

FM-talv: Høgni og Luitjen í finaludysti

...

2020-10-31 17:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyameistari í talvi 2020 verður antin Høgni Egilstoft Nielsen úr Sandavágs Talvfelag ella 14 ára gamli Luitjen Akselsson Apol úr Havnar Telvingarfelag.

Klokkan 16.00 í dag verður farið undir sjeynda og síðsta umfar í FM-kappingini í talvi fyri einstaklingar. Fyri síðsta umfar stendur á jøvnum í oddanum millum Høgna Egilstoft Nielsen og Luitjen Akselsson Apol, sum møtast í síðsta umfari. Innanhýsis dysturin teirra millum verður tí ein beinleiðis FM-finala. Vinnarin verður føroyameistari. Endar talvið javnt, verður umdystur teirra millum í morgin.
Í sætta umfari í morgun vann Luitjen á Andriasi Danielsen, meðan Høgni mátti sættast við remis móti Rana Nolsøe.

Støðan í Landsliðsbólkinum fyri síðsta umfar:

Høgni Egilstoft Nielsen, ST 5 stig

Luitjen Akselsson Apol 5

Heðin Gregersen, KTF 4

Rani Nolsøe, KTF 3

Heiðrikur Jacobsen, HT 2½

Andrias Danielsen, TT 2

Hans Kristian Simonsen, KT 1½

Margar Berg, HT 1

Telvað verður í Løkshøll í Runavík. Til ber at fylgja við leik fyri leik á heimasíðu Talvsambandsins ???faroechess.com

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder