Ítróttur

FM/JM í svimjing á Føroyaleikum 2021

...

2021-07-01 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Svimjisamband Føroya skipar hin 9. til 11. juli 2021 fyri árligu Føroyameistarastevnu og Juniormeistarstevnu í kappsvimjing á langgeil, í Páls Høll í Vági, nú sum partur av eisini Føroyaleikum 2021.


Tit føroysku miðlar eru vælkomin at møta upp og gera tykkara, ella at brúka av tí sum vit leggja út um hesa stevnu, á heimasíðuni hjá Svimjisambandi Føroya,https://ssf.fo/

Vit ætla at stroyma frá stevnuni á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya,
https://www.youtube.com/channel/UCG7i_Qi7iK2k_GwsCeuucWw

Fyri ordans skyld vil eg líka nevna, at heimasíðanhttps://www.svimjing.com/er privat ogn hjá mær, har eg til tíðir leggi út meira enn tað sum er ætlað til víðari nýtslu. Vinarliga spyrjið, um tit vilja brúka okkurt har sum ikki er áhttps://ssf.fo/

Eg royni so afturfyri at vera raskari til at leggja út eisini á heimasíðu SSF, so at okkurt er har til eisini tykkum at kunna brúka.

Tit finna skrá o.t. til FM/JM 2021 í innbjóðingini her:
https://ssf.fo/2021/06/08/innbjoding-til-fm-og-jm-a-langgeil-2021/

??rslitini verða at finna her, so hvørt sum svomið verður:
https://livetiming.se/index.php?cid=5948?&lang=2

Vit hava um somu tíð svimjarar til EJM í Róm í Italia (6-11 juli), og til NMU í Klaipeda í Litava (10-11 juli). Tað royna vit sjálvsagt eisini at kunna um, so hvørt.

Føroyaleikir verða sum skilst settir við samkomu eisini í Marghøllini í Vági, sum har verður kl 19 hóskvøldið hin 8. juli 2021

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder