Ítróttur

FM-flogbóltur: Avgerðin fellur á Hálsi í dag

...

2018-04-14 08:43 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnu FM-finalurnar í flogbólti hjá kvinnum og monnum verða í Høllini á Hálsi í dag.

13,30: Fleyr ??? KÍF

16,00: ÍF - Mjølnir

Fleyr vann fyrri finaluna 3-0 ímóti KÍF, meðan ÍF vann 3-2 á Mjølni í eini tættari uppgerð, har 5. settið endaði 15-12.

Kravið hjá KÍF og Mjølni er tí ein sigur í dystinum í dag, um FM-heitið skal til Kollafjarðar ella Klaksvíkar.

Um tapandi liðini frá fyrru finalunum vinna, so verður leikt eitt gylt sett upp í 15 ??? tann, sum vinnur hetta settið, verður Føroyameistari 2018.

Rás 2 útvarpar beinleiðis frá finalunum, meðan KVF stroymar báðar dystirnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder