Ítróttur

FM-finaluliðini skulu finnast í kvøld - JN sigur frá báðum dystunum

...

2019-03-27 07:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Spenningurin er í hæddini í FM-finalustríðnum.

Finalistarnir vórðu ikki funnir í 2. hálvfinalunum, ið vórðu spældar sunnudagin. Avgerðin fellur kvøld, tá triðju og síðstu hálvfinalurnar skulu spælast.

H71 og VÍF hittast klokkan 18.30 í Hoyvíkshøllini, og Neistin og Kyndil bresta saman klokkan 20.30 í Høllini á Hálsi.

Triðja hálvfinalan skal avgerðast eins og tær undanfarnu. Stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð, verður longd leiktíðá tvær ferðir fimm minuttir. Er vinnari ikki funnin tá, skulu liðini út í brotskastkapping, har tey skjóta fimm brotskøst hvør. Stendur framvegis á jøvnum, skal brotskast skjótast, til dysturin er avgjørdur.

Vit siga frá báðum dystunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder