SÍ ??? KÍF, 3-2 (28-26, 25-17, 23-25, 21-25 og 15-13)
Tá skift varð síðu í 5 setti, førdi KÍF við tveimum stigum, men sigurvandu SÍ genturnar tøku seg síðani spakuliga inn á KÍF, og endin varð, at SÍ vann sera spennandi settið 15-13. Munurin millum liðini var bara, at ein flogbóltsdystur kann ikki enda við javnleiki!
Eisini fyrsta settið var sera javnt og endaði 28-26, men samanumtikið ein sera vælleiktur dystur, og sera góður stemningur í høllini í Trongisvági.
Bestu leikarar vóru:
Eva Gunn Niclasen, SÍ
Jakobina Joensen, KÍF
SÍ, føroyameistarar:
Aftast frá vinstru: Inga Helena Henriksen, Maria Maria í Haraldsstovu Weihe, Katla Henriksen, Bára Jansdóttir, Rajko Petrovich, venjari.
Fremst frá vinstru: Hallgerð Tonysdóttir, Janna Falkvard, Eva Gunn Niclasen, Josefina Eliasdóttir, Sólfríð Højgaard Poulsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald