Ítróttur

FM kapping 2 í Dart

...

2017-10-03 08:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

2- umfar í dart var hettar vikuskiftið, og gekk leiðin suður til Team Sandoy. Kappingin var hildin íSamjóð. Hettar er 3 árið tey hava kapping sama dag sum Eplafestivalurin er, hettar við roynd at fáasamlað nakað av verðandi gestum eftir kappingina.

Remy er komin í gongd... 

Hettar vikuskiftið leiktu 27 mannfólk og 10 konufólk. 

Kappingin hjá monnum er ikki líka nemm at spáa um hesuferð sum hon onkuntíð hevur verið. Eittnú var greipu vinnarin frá fyrstu FM kappingini Jan Mc. ikki við eins og Petur thomsen úr D16heldur ikki var við. 

Remy var hartil klárur aftur og gjørdi hann bart og vann báðar kappingarnar. 

A-Cup:Remy kom í finaluna við at vinna á Una Árting,HDF í einum spennandi dystið. Í hini hálvfinalunimøttust Jógvan, HDF og Hans Eivind,Team Sandoy og her vann Hans Eivind. Og sostatt skuldiRemy og Hans Eivind leika finaluna, her bleiv ongantíð nakar serligur spenningur, Remy vann 4-1.

B-Cup: 

Fyrra hálvfinalan stóð ímillum ??lavur,Pílar&Skot og Jóanes Árting,HDF og var ??lavur stinnari ogvann. 

Seinra hálvfinalan stóð ímillum Magne,VDF og Una,KDF, og her bleiv vágamaðurin tann stinnariog vann. 

So stóð finalan ímillum ??lavur og Magne, og her vann ??lavur 

Fagst pílar Heri Kallsoy,Team Sandoy, 17 

Hægst útgang hevði Kristian,KDF, 122  

Knock out- beinleiðis cupÍ hesi kappingini er altíð møguligt at fáa nógvar spennandi dysir, avtí at tað verður lutakast hvør ímøtist. 

Í fjóringsfinalunum var lagt upp til fleiri spennandi dystir, 

Bergur,VDF 0 - 4 Hans Eivind,Team Sandoy 

Bogi,KDF 3 - 4 Remy,

D16Niels,HDF 2 ??? 4 Uni,

HDFJóanes,HDF 4 ??? 0 Ingi,Kalbak

 Hálvfinalurnar blivu hesar Uni,HDF 0 ??? 4 

RemyD16Hans Eivind,Team Sandoy 4 ??? 0 

Jóanes,HDFSo bleiv finalan ein endurtøka av tí fyrru finaluni í A-Cup, og úrslitið bleiv at Remy vann 5 ??? 2 

Fagst pílar Heri Kallsoy,Team Sandoy, 14 

Hægst útgang Uni Árting,HDF 158

Hjá kvinnunum vann Birthe úr HDF fyrru kappingina ímótið Anniku Joensen úr Team Sandoy.Birthe vann á Elisabeth úr Team Sandoy í síni hálvfinalu og Annika vann á Gunnbjørg í sínihálvfinalu. 

1. Birthe Sikivat,HDF 

2. Annika Joensen,Team Sandoy 

3. Gunnbjørg Dam,VDF og Elisabeth Nicolajsen, Team Sandoy  

Fagst Pílar hevði Birthe, 20 

Hægst útgang hevði Elisabeth, 60 

Seinru kapping var Annika aftur í finaluni og hesaferð var Gunnbjørg fyri. Men Annika vanndystin. Annika leikti í síni hálvfinalu ímótið Liss á Fjallinum,HDF og Gunnbjørg leikið í sínihálvfinalu ímótið Joan Edvør, VDF. 

1. Annika Joensen,Team Sandoy 

2. Gunnbjørg Dam,VDF 

3. Liss á Fjallinum,HDF & Joan Edvør Thomassen,VDF 

Fagst pílar hevði Birthe,26 

Hægst útgang hevði Joan Edvør,98 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder