Aftur í ár skipar Havnar Tennisfelag fyri FM í tennis, og hálvfinalurnar verða leiktar nú fyrsta dagin. Tað eru fyri tað mesta royndir leikarar, sum eru komnir til hálvfinalurnar á hesum sinni.
Í aðrari hálvfinaluni spælir fleirfaldi føroyameistarin Pætur Marjunarson Dahl ímóti Hjalta Mohr Jacobsen, har Pætur má metast at vera favorittur. Í hinari hálvfinaluni spælir Jón Brekku ímóti Martin Nolsøe Simonsen. Talan er um tveir royndar leikarar, sum báðir áður hava vunnið FM. Spennandi verður tí at síggja, hvør vinnur seg í finaluna.
Hálvfinalurnar verða leiktar á tennisvøllinum í Gundadali í vikuni. FM finalan verður eftir ætlan leikt sunnudagin klokkan 14.00 um viðrar. Finalan í B-kappingini verður eisini leikt tá, og har spælir Svenn Fuglø Jacobsen ímóti Stefan í Skorini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald