Ítróttur

FM í leirdúgvuskjóting 2018

....

2018-08-30 06:33 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Komandi vikuskifti 1-2. september, verður føroyameistara kapping 2018 í leirdúgvuskjóting. 

Byrjað verður at skjóta innleiðandi umførini leygardagin kl. 9:00, og sunnudagin kl. 13:00 verða seinastu umførini, umframt finalurnar skotnar. 

Kappast verður í skeet og trap, og báðar dagar á skjótibreytini hjá Veiðifelagnum Byrsumúla á Sandvíkum.

 Leygardagurin er samstundis seinasta umfar í FM-liðkappingini í ár, og úttøkukappingini til brutto landsliðs hópin, til Oyggjaleikirnar á Gibraltar 2019. 

Beinleiðis dagføring við úrslitinum, verður á síðuni hjá Skjótisamband Føroya, sum er: https://www.facebook.com/Skjotisamband

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder