Ítróttur

FM í dart

...

2018-04-16 11:02 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

FM í dart var leygardagin hildið í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyriskipararnir høvdu lagt nógv fyri, til tess at skapa góðar karmar um tiltakið, samstundis sum Kringvarpið eisini stroymdi frá avgerðandi dystunum um kvøldið.

Tvímansleikur

Lagt var til brots kl 11 við tvímansleiki. 29 pør høvdu meldað til. Tey 8 styrkismettu pørini megnaðu nærum øll at spæla seg fram til fjórðingsfinalurnar. Í fjórðingsfinaluni fullu silvurvinnararnir frá 2017, Bogi Isaksen & Kristian Joensen (KDF).

Í fyrru hálvfinaluni spældu Remy Gaardlykke & Petur Thomsen (D16) móti Hans Eivind Olsen & Hera Kallsoy (Team Sandoy). Her var greiður munur á pørunum, so Remy & Petur vunnu 4-0.

Í seinnu hálvfinaluni spældu Jan McIntosh & Uni Árting (HDF) móti ??lavi Ellingsgaard & Esmar Mikkelsen (Pílar & skot). Hesin dysturin var heldur javnari, men til endan vunnu Jan & Uni 4-2.

Finalan gjørdist sostatt ein endurtøka av hálvfinaluni í 2017, har Jan & Uni gjørdust føroyameistarar. Hesaferð megnaðu Petur & Remy at fylgja við Jan & Una til 2-2, men so dragnaði. Jan & Uni vunnu finaluna 5-2 og endurvunnu harvið føroyameistaraheitið.

Einmansleikur kvinnur

Í einmansleiki hjá kvinnum, høvdu 8 tær bestu tryggjað sær atgongd til FM-endaspælið.

Lýdia á Smið (Kaldbak) hevur alt kappingarárið skarað framúr og tey flestu roknaðu við, at hon fór at vinna FM.

Í bólkaspælinum hjá kvinnum vann Elisabeth Nicolajsen (Team Sandoy) móti Lýdiu og tí bleiv nakað av spenningi í. Elisabeth mundi tó snávað í fjórðingsfinaluni móti Gunnbjørg Dam (VDF), men vann til endan 3-2 og vann síðan hálvfinaluna 3-0 móti Joan Edvør Thomasen (VDF). Lýdia vann greitt sína fjórðingsfinalu, men fekk harða mótstøðu í hálvfinaluni frá Anniku Joensen (Team Sandoy). Lýdia megnaði tó at vinna 3-2 og so skuldu Lýdia og Elisabeth aftur hittast í finaluni.

Elisabeth hevði sum sagt vunnið á Lýdiu í bólkaspælinum og Elisabeth vann eisini fyrsta settið í finaluni. Men so raknaði Lýdia við og vann finaluna 4-1 og gjørdist harvið føroyameistari.

Einmansleikur menn

Í einmansleiki hjá monnum, høvdu 32 teir bestu tryggjað sær atgongd til FM-endaspælið.

Longu í bólkaspælinum snávaðu fleiri av hægst styrkismettu spælarunum. Hvørki Bogi Isaksen, Uni Árting ella Hans Eivind Olsen megnaðu at vinna sín bólk og føroyameistarin frá 2017, Jón Johansen, endaði á triðja plássi í sínum bólki.

Hetta hevði millum annað við sær, at Jón og Bogi hittust longu í 1/16 finaluni. Ein tættur dystur, sum Bogi vann 3-2.

Bogi tapti í 1/8 finaluni móti Hera Kallsoy, meðan Hans Eivind tapti móti Jan McIntosh, so longu nú vóru tveir úr top 5 útslignir.

Í fjórðingsfinaluni brustu tveir av favorittunum saman, Uni Árting (HDF) og Remy Gaardlykke (D16). Remy hevði spælt sera væl allan dagin og hann helt støðið og vann ein greiðan 4-1 sigur á Una. Jan McIntosh (HDF) vísti eisini styrki í fjórðingsfinaluni við settum á 15, 16 og 17 pílar. Martin Heldarskarð (KDF) og Jan Erik Fjallstein (VDF) vunnu báðir 4-3 í hvør sínari fjórðingsfinalu og so vóru hálvfinalurnar mannaðar.

Mest óvæntaði maðurin í hálfinalunum var Martin Heldarskarð. Hann skuldi royna seg móti Remy. Martin legði hart út við at vinna fyrsta settið og hevði eisini møguleikan at leggja seg á odda 2-0, men tók ikki av. Eftir hetta hevði Remy tamarhald á dystinum og vann 4-1, hóast Martin fylgdi væl við í teimum flestu settunum.

Í hinari hálvfinaluni hittust Jan McIntosh og Jan Erik Fjallstein. Jan var greiður favorittur og vann eisini fyrsta sett, men Jan Erik javnaði til 1-1. Eftir hetta var Jan tó klárt tann betri og vann 4-1.

Finalan var sostatt millum teir báðar hægst styrkismettu spælararnar, Remy Gaardlykke og Jan McIntosh. Tveir góðir spælarar í eini góðari finalu. Eftir tvey jøvn sett var støðan 1-1. Eftir hetta var Remy klárt tann betri og vann dystin 5-1. Sostatt gjørdist Remy Gaardlykke føroyameistari hjá monnum.

Dartsamband Føroya

Undirtekstir til myndir:

Kvinnur fv: Annika Joensen, Elisabeth Nicolajsen, Lýdia á Smið og Joan Edvør Thomasen.

Menn fv: Jan Erik Fjallstein, Remy Gaardlykke, Jan McIntosh og Martin Heldarskarð.

Tvímansleikur fv: Jan McIntosh og Uni Árting

Myndamaður var Jann í Giljum

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder