Ítróttur

FM fyri lið var í vikuskiftinum

...

2019-02-25 18:10 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í vikuskiftinum var FM fyri lið í Badmintonhøllini í Klaksvík. Dagurin byrjaði kl. 9.00 og uml. kl. 18.00 vóru allir liðdystirnir spældir. Ein liðdystur er: einamansleikur dreingir, einmansleikur gentur, tvímansleikur dreingir, tvímansleikur gentur og blandaður tvímansleikur - tilsamans 5 dystir. Tá ið eitt lið hevur vunnið 3 dystir, hevur liðið vunnið liðdystin.

Nógvir tættir og spennandi dystir vórðu leiktir í høllini leygardagin. Fleiri endaðu 3-2, so ikki varð avgjørt fyrr enn síðsta dystin, hvør vann.

Hesi vunnu heiðursmerkini:

U11
Gull: KBF/ÍF - Føroyameistari
Silvur: HBF1
Bronsu: HBF2

U13
Gull: KBF1 - Føroyameistari
Silvur: HBF1
Bronsu: ÍF

U15
Gull: HBF1 - Føroyameistari
Silvur: KBF/ÍF
Bronsu: HBF2

U17/19
Gull: HBF - Føroyameistari
Silvur: KBF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder