Ítróttur

FM 2018 - Tætt á toppinum

...

2018-10-07 13:59 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

TSF: Kappast var í FM í Einkultstarti fríggjadagin 5. oktobur. Aftur í ár lógu FM kappingarnar seint, men aftur í ár vóru súkklarar og fyriskiparar hepnir við veðrinum.

Meðan kappast varð í Býarsúkklingin, vóru hvirlurnar nógvar, títtar og harðar, men tá bleiv súkklað í hjartanum av Havnini, har vindurin merktist, tó ikki sum hann vildi gjørt um súkklað bleiv niðan á eitt nú Sornfelli.

Fríggjadagin gekk leiðin nevniliga niðan á Sornfelli. Himmalin var bláður og hann var vestan í ættini. Tað var kalt, eitt sindur av kava kom niður á vegin, men hóast tað fóru kvinnur og menn avstað við góðum tresti.

Byrjað var við Effostøðina í Kollafjarðadali, og so gekk leiðin annars beint "upp í loft". Hesin teinur er royndur áður, so súkklarar vistu hvat teimum var í væntu.

Torkil Veyhe vann í fjør á hesum sama teini, men Torkil var heldur ikki við í Einkultstartinum, og tí var spenningur hvørt tað var Dávur Magnussen ella Helgi W. Olsen, ið gjørdist FM vinnari 2018 í Einkultstarti. Helgi vann silvur í fjør, og tað gjørdi hann so aftur í ár, men tað var tætt. Tað var ómetaliga tætt. Báðir tveir koyrdu og traðkaðu alt teir áttu, og wattmátarin vísti ógvuligani høg tøl, og tá samanborið var eftir kappingini, høvdu Dávur og Helgi traðka áleið lika nógv watt.
Sum sagt var lítil munur millum vinnaran og nummar tvey, og bert 11 sekund var munurin tá avtornaði.

Vit vita øll at Andrass Joensen er ómetaliga sterkur. Fyri bert tveimum vikum síðan vann hann sín bólk í einari stórari Ironman kapping í Amsterdam. Ein ómetaliga hørð kapping, og eftir at hava vant róliga í nakrar vikur, so var Andrass klárur aftur. Andrass kom á mál bert góðar tveir minuttir eftir vinnaran, og er hetta eitt sera flott úrslit hjá 55 ára gamla havnamanninum.

FM 2018, ??rslit Einkultstartur, menn:
1. Dávur Magnussen, 28 minuttir 36 sekund
2. Helgi W. Olsen, 28,47
3. Andrass Joensen, 30,50
4. Gunnar Dahl-Olsen, 32,13
5. Jan H. Olsen, 32,37
6. Jákup Petur Eliasen, 33,09
7. Jóhann Brend, 33,12
8. Áslakkur Nesá, 33,56
9. Bogi Kristiansen, 34,21
10. Uni Vitalis, 35,26
11. Henrik Kølleskov, 35,33
12. Tóri Thorleifsson, 36,43
13. Sigmund Olson, 37,53
14. Kári Simonsen, 44.0515. Eyvind A. Hansen, 45,23
FM 2018, ??rslit Einkultstartur, kvinnur:
1. Elsa Berg, 40 minuttir 58 sekund
2. Annelisa Møss, 52,32

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder