Ítróttur

FM 2015 í lið-kapping fyri ung í badminton hevur verið hetta vikuskifti í Klaksvík

...

2015-02-23 03:55 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Hetta vikuskifti hevur FM í Liðkapping verið í Klaksvík. Hetta er fyrstu fer hetta er roynt yvir eitt vikuskifti, og riggaði tað gott. Tað liggur væl fyri at hava eina sovorna kapping í klaksvík, tí vit kunnu brúka 2 hallir, sum eru samanbundnar við 10 bánum tilsamans. Okkurt kann sikkurt gerast betur til næstu fer, men sum heild riggaði tað sera gott.

Tað var serliga stuttligt at síggja hvussu leikarnir heppaðu og stuðlaðu sínum liðleikarum, eisini vóri foreldur, ommur og abbar sera spent, og til tíðir var tað eisini sera spennandi. Tað vóru millum 4 og 6 leikarar á hvørjum liði og so ein liðleiðari. Børnini vóru sera tolin, tí ein liðkapping blívur ofta longri enn roknað verður við, tí nógvir kampir skulu leikast, og tey sum koma víðari fáa ein langan dag í høllini. Tað var tað eisini í dag, og bleiv liðugt uml kl 1830, hóast tað skuldi verið liðugt kl 15-16.

Tað er eisini stuttligt at síggja, hvussu ófør foreldur og onnur at hjápla til í høllini, smyrja breyð, baka og selja og alt annað. Og ikki at gloyma liðleiðarnir, sum gjørdu eitt flott arbeiði í dag:-)

Leikliga gekk tað sera gott hjá KBF. Serliga gott gekk tað hjá teimum í U11, har KBF1 hevði 3 lið við. Har gjørdu okkara leikarar bart og gjørdust Føroyameistarar í Lið-kapping 2015. Leikarnir vóru: Ári, Silas, Bjarnhild og Malena, liðleiðari var Karl Arni. Klaksvíkar Badmintonfelag gjørdist eisini nummar 2 og vóru KBF2 leikarnir: Leivur, Eli. Erla, Oddbjørg og Erla, Lið-leiðari var Thurid. Og um ikki tað var nokk, so vann KBF3 eisini bronsuna, Leikarnir har vóru: Kári, Hildebrand, Ranja og Miriam, og lið-leiðari var Hjørdis. Also Gull, Silvur og Bronsa til KBF í FM 2015 fyri Lið í U11 Flott flott. Hjartaliga tillukku til KBF leikarnar.

Hjá U13 gekk eisini gott, har hevði KBF eitt lið við, og leiktu tey seg til eitt flott silvurpláss, leikarnir har vóru: Hans, Pauli Maldreas, Lena Maria, Annika og Ingibjørg, lið-leiðari var Maria, tillukku við silvurplássinum. Hjá U13 vann HBF Gull og MBF vann bronsuna, tillukku til tykkum frá KBF.

Í U15/17 hevði KBF eisini eitt lið, og fingu tey eitt bronsu heiðursmerkji, leikarnir har vóru Jan Eli, Marjun, Elsbet, Femja, Elsa og Beth. Lið-leiðari var Sigurð. Tilukku við Bronsuni. Hjá U15/17 vann MBF Gull og ÍF vann Silvur, tillukku til tykkum frá KBF

Flott at síggja, at øll KBF liðini vunnu heiðursmerkju, tilsamans vóru 17 lið melda til hesa kapping og blivu uml 150 dystil leiktir við uml 90 leikarum

Vit í KBF vilja takka fyri hesa kapping, og øll sum rættu eina hjálpandi hond, eisini til tykkum frá Badmintonsamband Førooya, fyri at koma norð at koyra hesa kapping:-)

Kelda: Klaksvíkar Badmintonfelag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder