3-1 er eitt fantastiskt úrslit ímóti dønum, føroyingar byrjaðu sera væl og vóru væl upplagdir, teir kempaðu fyri hvønn einasta bólt, og kundu um hepni var við ført 1-0, men danir komu framum í fyrra hálvleiki 1-0 og hálvleiksstøðan gjørdist eisini 1-0.
Tað sást eisini tá ið seinni hálvleikur byrjaði, at føroyingar eins og danir kempaðu fyri hvønn bólt, danir komu á odda 2-0, men Klæmint A. Olsen, sum hevði sitið á bonkinum meginpartin av dystinum, kom inn og løtu seinni, so setti hann bóltin framvið Kasper Schmeichel til 2-1, tá kom rættur spenningur í, bæði á vøllinum og ikki minni millum teir knapt 40.000 áskoðarnar, sum vóru í Parkini, men í yvirtíðini fingu danir eitt mál afturat, soleiðis at endaliiga støðan gjørdist 3-1
Føroyingarnir vístu góðan ítróttaranda allan dystin, kempaðu væl, vit eru sera stolt av tykkara avriki í kvøld - ??F??RIR.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald