2020-02-27 18:38
Meistaradeild kvinnur:
TB-Dráttur, fríggjadagin kl. 16.30:Eftir at SÍ vann steypafinaluna leygardagin, er nú eftir at spæla um FM-steypið, og har eru mong um boðið at koma í finaluna - øll uttan TB, sum fríggjadagin kl. 16.30 tekur ímóti Drátti, sum fyri hálvari triðju viku síðani lá á finaluplássi. Men eftir tvey tap á rað, er Dráttur dottið niður á triðja pláss, men við trimum stigum móti TB,so er Dráttur aftur á finaluplássinum ??? tvey stig frammanfyri KÍF.
Men lítið er, sum skilir tey fýra liðini Drátt, KÍF, Fleyr og SÍ í beinhørðu kappingini um næstfremsta plássið. Tí er dysturin fríggjadagin ein pliktsigur fyri Drátt. Men hóast TB bert hevur vunnið ein dyst í ár, so góvu tær oddaliðnum Mjølni skarpan gang fyri tveimum vikum síðani, og tað er luturin, sum TB hevur, tað sum er eftir av kappingni: at royna at gera fortreð.
Myndin er frá 2017, tá TB vann steypakappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald