U 19 genturnar og U 19 dreingirnir hava í dag spælt um 5. plássið í Kettering í Onglandi, har liðini spæla við íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA.
Bæði liðini spældu ímóti Íslandi.
Dreingirnir hjá Føroyum komu væl frá byrjan, og vunnu tvey tey fyrstu settini ávikavist 25-16 og 25-23, og seinast í triðja setti vóru Føroyar á odda 23-21, men av einihvørji orsøk, taptu teir settið 25-23.
Og byrjanin í fjórða setti var heldur ikki góð. Føroyar komu afturút 7-3, men við áhaldani góðum spæli eydnaðist at vinna fjórða settið 25-19, og harvið 5. plássið og dystin 3-1.
Í finaluni eru Noreg og Svøríki (ímóti Noreg tapti Føroyar 21-19 í fimta setti), meðan Danmark vann 3-1 á Onglandi um bronsuna.
Genturnar komu illa frá byrjan, og taptu 1. settið 25-14. Hini settini endaðu 25-19 og 25-22 til Ísland. Føroyar endaðu sosatt á 6. plassi.
Bronsudystin vann Danmark 3-1 á Onglandi, meðan Svøríki og Norra spæla um gullið.
Dystirnir kunnu allir síggjast her:https://www.volleyballengland.org/competitions/nevza_championships/nevza_u19_2018/nevza_2018_live_stream
Liðini verða aftur í Føroyum á annaðkvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald