Ítróttur

Flogbóltur U 19: Spæla um 5. plássið í morgin

...

2018-10-27 12:42 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U 19 genturnar og U 19 dreingirnir taptu í morgun fjórðingsfinalurnaí Kettering í Onglandi, har liðini spæla við íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA.

Bæði liðini spældu ímóti Onglandi.

Genturnar komu væl frá byrjan og vunnu eitt sera spennandi fyrsta sett 29-27, men so steðgaði alt upp, og liðið tapti tey næstu settini 25-15, 25-16 og 25-15. Dysturin um 5. plássið verður ímóti Ísland, sum í morgun tapti 3-0 ímóti Norra.

U 19 genturnar spæla um 5. plássið í morgin klokkan 10,00.

Eisini U 19 dreingirnir spældu í morgun ímóti Onglandi og eisini teir taptu dystin 3-0 við settúrslitunum 25-12, 25-10 og 25-23.

Teirra dystur um 5. plássið verður eisini ímóti Íslandi og verður eins og hjá gentunum spældur klokkan 10,00.

Dystirnir verða stroymdir her:https://www.volleyballengland.org/competitions/nevza_championships/nevza_u19_2018/nevza_2018_live_stream

??r SÍ:

Bjarni Joensen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Ragnar Weihe

Hjørtur Joensen

Oskar í Haraldstovu Weihe

ÍF:

Ingálvur Eyðunsson Olsen

??r Fleyr:

Hákun Weihe Heinason

Tórur Paulason

Tórður Gunnarsson Højsted

Jónfinnur Jógvansson Hansen

??r Mjølni:

Dávið Hentze

Venjarar; Rajko Petrovic og Hans Simonsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder