Ítróttur

Flogbóltur U 19, gentur: Vunnu á Íslandi

...

2017-10-28 08:30 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

U 19 genturnar, sum eru í evropeiskari kapping í Onglandi í hesum døgum, vunnu í gjár 3 ??? 1 á Íslandi.

Tær komu ikki væl frá byrjan, og taptu fyrsta settið 18-25, men so kom vend í, hóast at tað gjørdist sera spennandi og javn.

Føroyar vunnu øll hini settini við bert tveimum stigum á muni: 25-23, 26-24 og 25-23. Eitt stórt bragd hjá føroyska liðnum og føroysku venjarunum Kristian Mikkelsen og Jákupi Fjallsbak.

Fyrr í gjár leikti liðið í móti Norra, men tá taptu tær 3-0, við settmuninum 16-25, 13-25 og 14-25.

Føroyar gjørdist sosatt nr. 2 í bólkinum, og skal í morgin leika fjórðingsfinalu ímóti nr. 3 í hinum bólkinum, sum gjørdist Ongland.

Hesin dysturin byrjar klokkan 11,30.

Dysturin verður stroymaður her:https://www.247.tv/live/volleyball/nevza-u19-international-championships

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder