Ítróttur

Flogbóltur: U 19 dreingjalandsliðið úttikið

...

2018-10-24 14:01 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Mikukvøldið fer U 19 dreingjalandsliði í flogbólti til Kettering í Onglandi, har liðið skal spæla við íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA.

Kapingin byrjar fríggjadagin 26. oktober og seinasti dysturin er sunnudagin 28. oktober.

Føroyska liðið er í bólki saman við Svøríki og Noreg, og liðini í hinum bólkinum eru Danmark, Ongland og Ísland. Fyrsti dysturin hjá Føroyum verður ímóti Svøríki klokkan 10,30 fríggjamorgunin.

Allir dystirnir verða stroymdir og verður hetta upplýst nærri á www.volleyballengland.org

Venjararnir Rajko Petrovic og Hans Simonsen hava úttikið hesar leikararnar:

??r SÍ:

Bjarni Joensen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

Ragnar Weihe

Hjørtur Joensen

Oskar í Haraldstovu Weihe

ÍF:

Ingálvur Eyðunsson Olsen

??r Fleyr:

Hákun Weihe Heinason

Tórur Paulason

Tórður Gunnarsson Højsted

Jónfinnur Jógvansson Hansen

??r Mjølni:

Dávið Hentze

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder