Ítróttur

Flogbóltur: U 17 tveir bronsudystir í morgun

...

2018-10-18 08:34 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroysku U 17 landsliðini hjá gentum og dreingjum skulu í morgun kappast um bronsuna í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Gentulandsliðið skal klokkan 10,00 spæla ímóti Noreg, sum í gjár tapti sína hálvfinalu ímóti Finnlandi.

Klokkan 12,00 skal U 17 landsliðið hjá dreingjum spæla ímóti Svøríki, sum í gjár tapti ímóti Finnlandi.

Í bólkaspælinum vunnu føroysku dreingirnir 3 ??? 0 á Svøríki, meðan genturnar ikki hava møtt Noreg fyrr í kappingini.

Dystirnir kkunnu síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/

Í finaluni hjá gentunum eru annars Finnland og Danmark (klokkan 12,30), meðan dreingjafinalan verður ímillum Finnland og Noreg (klokkan 14,30)

Føroysku liðini verða aftur í Føroyum fríggjakvøldið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder