Føroyska U 17 landsliðið hjá gentum hava í morgun vunnið 3-1 á Svøríki við settunum 25-21, 25-21, 18-25 og 25-18.
Hetta var næsti dysturin hjá teimum í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Í gjár spældi liðið ímóti Finlandi, og tá taptu tær 3-0 við settunum 15-25, 22-15 og 18-25, sum er tað besta úrslitið U 17 genturnar hava fingið ímót Finlandi.
Føroyar eru í bólki saman við Svøríki, Finlandi og Onglandi.
Í hinum bólkinum eru Damark, Ísland, Norra og Grønland
Um føroyska liðið megnar at fáa 2. plássið í bólkinum verður avgjørt í kvøld, tá Finland og Svøríki møtast klokkan 18,00.
Allir dystirnir síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/live.
Klokkan 12,00 í dag spæla føroysku U 17 dreingirnir avgerandi dyst ímóti Onglandi um 1. plássi í bólkinum.
Leikararnir á liðnum eru:
KÍF:
Zoe Elisabeth Dickson
Fleyr:
Vár Rajani Færø
Barbara Káradóttir Durhuus
Bjarta Jákupsdóttir
SÍ:
Inga Helena Henriksen
Janna Falkvard
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
TB:
Johanna Christiansdóttir
??r Danmark:
Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)
Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)
Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)
Jakobina Joensen (fyrr KÍF)
Venjarar eru Romica ??ster og Jákup William Sivertsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald