Ítróttur

Flogbóltur: U 17 genturnar eru nú í hálvfinaluni

...

2018-10-17 12:16 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Føroyska U 17 landsliðið hjá gentumvann í morgun fjórðingsfinaluna ímóti Íslandi 3-1 íaltjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

Liðið tryggjaði sær hálvfinaluplássið við at vinna settini soleiðis: 25-13 , 25-10, 12-25 og 25-20.

Tvey tey fyrstu settini hevði Føroyar dystin ímóti Íslandi fullkomuliga undir kontroll, og vunnu trygt, men í triðja settið kom Ísland sera væl inn í dystin og vann settið heili 25-12 ??? ein rættuligur niðurtúrur hjá føroysku gentunum.

Men í fjórða settinum fann liðið aftur tað rætta spælið fram og vann settið 25-20 og harvið dystin 3-1

Hálvfinalan verður leikt klokkan 18,30 í kvøld, og mótstøðuliðið er Danmark, sum vann sín bólk í innleiðandi umfarinum.

Dysturin kann síggjast beinleiðis áhttp://www.volleytv.dk/live.

Í hinari hálvfinaluni spæla Finland og Noreg.

Leikararnir á U 17 gentulandsliðnum eru:

KÍF:

Zoe Elisabeth Dickson

Fleyr:

Vár Rajani Færø

Barbara Káradóttir Durhuus

Bjarta Jákupsdóttir

SÍ:

Inga Helena Henriksen

Janna Falkvard

Malan Maria í Haraldstovu Weihe

TB:

Johanna Christiansdóttir

??r Danmark:

Hanna Iansdóttir Biskopstø (fyrr Fleyr)

Sára Rannváardóttir Vatnhamar (fyrr Fleyr)

Eva Gunn Niclasen (fyrr SÍ)

Jakobina Joensen (fyrr KÍF)

Venjarar eru Romica ??ster og Jákup William Sivertsen.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder