Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum heldur árfram við sigurskósini og vunnu í dag 3 ??? 0 á Onglandi í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti ??? NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.
Settini endaðu 25-16, 25-16 og 25-21.
Sostatt hevur føroyska liðið vunnið sín bólk, eftir at teir í gjár smurdu Svøríki av 3-0, og er liðið nú klárt til semifinaluna, sum verður spæld klokkan 16,00 í morgin. Dysturin kann síggjast beinleiðis á http://www.volleytv.dk/
Í hinum bólkinum eru Danmark, Finland, Norra og Ísland.
Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:
Fleyr
Jónfinnur Jógvansson Hansen
Mattias Nolsøe Isaksen
Tórur Paulason
Hørður Joensen
SÍ:
Hjørtur Joensen
Bjarni Joensen
Silas Poulsen
Ragnar Weihe
Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen
Julian Vest Niclasen
Jón Weihe Simonsen
Mjølnir:
Dávið Hentze
Venjarar:
Rajko Petrovic og Hans Simonsen.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald